Tríggir nýggir limir í nevndina
5. juni 2024 var árligi aðalfundurin hjá Veltuni í Ísansgarði á Sandi.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali og í teirra stað komu tríggir nýggir. Tey 5, sum manna nevnd felagsins, eru nú:
Gunnar Bjarnason
Lisa Johansson
Birgith Lassen (nývald)
Michael A.C. Johannesen (nývaldur)
Leif á Bøgarði (nývaldur)
Nevndin skipar seg sjálv.
Kunnað varð annars um virksemið hjá felagnum farna árið. Eisini presenteraði nýsetti gartnarin seg og greiddi frá sínum ætlanum. Gartnarin er settur í eitt verkætlanarstarv, sum Búnaðarstovan, Grøni háskúlin og Veltan samstarva um. Tað er Landið, sum fíggjar verkætlanina.
13 fólk møttu til aðalfundin.