Um okkum

Veltan er eitt felag hjá framleiðarum av grønmeti og matvøru í Sandoynni. Her ber til at fáa fatur á vørum og annars fáa samband við felagið.

Et føroyskt

Vit í Veltuni halda, at í Føroyum eigur at ber til at eta føroyskt grønmeti! Antin tað, ein sjálvur veltur, ella tað, ein keypir frá føroyskum veltarum.

Vit velta salat, kál, gularøtur, glaskál, purrur, røtur, epli, ertrar – sumt í størri nøgdum, annað sum royndir. Vit leggja okkum eftir allatíðina at skapa variatión og vitan um hesa ymsu grøðina.

Um okkum

Veltan er í veruleikanum eitt felag hjá fólki við áhuga fyri grønmeti og velting. Summir limir framleiða til sølu, aðrir til egna nýtslu. Tey, sum vilja selja, hava møguleika at nýta merkið hjá Veltuni, umframt at selja sínar vørur gjøgnum felagið.

Veltan eigur triggjar plasttunlar, sum vit nýta sum vakstrarhús. Í tveimum teirra húsast limir, sum arbeiða saman og hvør sær um sína velting, og í tí triðja framleiðir felagið sjálvt.

Alt felagið samstarvar um vitan, sølu og marknaðarføring.

Keyp

Umfram at selja okkara vørur her á síðuni online, selja vit okkara vørur ymsastaðni – eru í Vágsbotni viðhvørt, selja í FK í Havn, selja úr tunlunum, vit framleiða í, umframt til matstovur og onnur.