Keypstreytir hjá Veltan
Veltan
í Trøðum 56
FO-210 Sand
Føroyar
CVR: 625183
Banki: Betri Banki
Konta: 9181 4595973
SWIFT: EIKBFOT
IBAN: FO1591810004595973
Gjalding
Veltan tekur ímóti gjaldingum við Visakorti, Dankort ella Mastercard.
Gjald verður ikki ikki trekt tínum korti fyrr enn vøran verur send til tín.
Tá goldið verður við Visa Electron og Mastercard Debit, som eru debitkort, verður gjaldið eyðmerkt á kontuni í samsvari við treytirnar fyri tínum korti inntil vit fremja gjaldið ella vísa tað frá okkum.
Øll gjøld á netsíðuni eru við mvg.
Heimasíðan brúkar danskan valuta (DKK), tá prísir vera settir á.
Veltan brúkar ein tryggan gjaldsveitara, sum bronglar allar upplýsingar við SSL-protokoll. Tað vil siga, at tíni dátu eru í tryggum hondum og kunnu ikki lesast av óviðkomandi.
Heimasíðan hjá Veltuni bronglar somuleiðis alt við SSL-protokoll.
Veiting
Veitingartíðin er 1 – 3 yrkadagar.
Veitingarøki: Vit veita bara í Føroyum.
Iðranarrættur
Tú hevur fullan rætt í 14 dagar at angra keyp av vørum á heimasíðuni, um ikki annað er avtalað ella stendur á bílegging tínari. Hesir 14 dagarnir byrja, tá tú hevur fingið vøruna.
Møguligan flutningskostnað verður tú at gjalda sjálvur.
Vilt tú angra keyp, mást tú boða frá í seinasta lagið 14 dagar eftir at tú hevur fingið vøruna.
Boðini skulu sendast við telduposti til veltan@veltan.fo saman við oyðublaðnum, ið er gjørt til endamálið. (Sí oyðublað niðast í keypstreytunum).
Tá vøra verður latin innaftur
Tú heftir fyri, at vøran er minkað í virði, um tað er komið av aðrari viðferð, enn tað sum skal til fyri at staðfesta, hvussu vøran sær út, og hvat hon skal brúkast til. Hetta vil siga, at kanst royna vøruna á sama hátt sum tú hevði roynt at vøru í einum vanligum handli.
Er vøran roynd meira enn tað, sum lýst verður omanfyri, er hon at meta sum brúkt og minkað í virði. Hetta ber so við sær, at tú fært minni ella kanska einki fyri hana, tá tú letur hana innaftur.
Tað er upp til Veltuna at gera av, hvussu standurin á vøruni er.
Kærurættindi
Veitt verða 2 ára kærurættindi upp á vørur sambært keypilógini. Kærurættindini eru galdandi fyri øll brek í ritbúnaði, tilfari og framleiðslu.
Kæra um brek og manglar skal sendast Veltuna í rímiligari tíð eftir at vøran er móttikin. Rímilig tíð merkir í hesum sambandi í mesta lagið tveir mánaðir, um ikki annað er avtalað. Vit endurgjalda rímiligar flutningsútreiðslur.Kæran verður ikki tikin til viðgerðar, um skeiv ella óvanlig handfaring av vøruni er farin fram.
Veltan svarar fyri útreiðslum í sambandi við afturbering, um tað er rímiligt.
Boðað verður frá afturbering hjá:
Veltan
Mørkin Mikla 5
FO-210 Sand
Føroyar
Tikið verður ikki ímóti vørum, um hesar eru sendar við eftirkravi.
Kunda- og privatlivspolitikkur
Vit selja ikki víðari persónligar upplýsingar og lata ikki hesar til onnur. Upplýsingarnar eru bara skrásettar í kundaskrá okkara. Tú kanst altíð biða um, at tínar upplýsingar verða strikaðar.
Fyri at tú kanst gera avtalu við Veltan, múgu vit hava hesar upplýsingar:
. Navn
. Bústað
. Telefonnummar
. Teldupost
Vit skráseta tínar upplýsingar, einans fyri at vit kunnu lata tær vøruna.
Persónsupplýsingar verða skrásettir hjá Veltuni, har teir verða goymdir í fimm ár. Síðan verða teir strikaðir.
Tá vit fáa persónsupplýsingar umvegis heimasíðuna, tryggja vit okkum, at hetta verður gjørt við tygara samtykki, soleiðis at tú ert kunnaður um júst hvørjir upplýsingarnar eru og hví
Stjórin og starvsfólkið í Veltuni hava atgongd til teir upplýsingar, sum verða skrásettir.
Ábyrgdari fyri dátum í Veltuni: Veltan
Vit goyma og senda ikki kundaupplýsingar kryperaðar.
Sum skrásettur hjá Veltuni hevur tú altíð rætt til at mómæla skrásetingini. Tú hevur rætt til innlit í, hvorjar upplýsingar, sum er skrásettar um teg. Hesi rættindi hevur tú sambært persóndátulógini og áheitan í sambandi við hetta skulu stílast til veltan@veltan.fo.
Cookies(farspor)
Á https://veltan.fo verða farspor nýtt. Tað merkir, at ein skipan skrásetur og savnar upplýsingar, sum kunnu geva eina statistiska mynd av, hvussu nógvar vitjanir vit hava, hvaðan tær eru, og hvar á netsíðuni farið verður út o.s.fr.
Tú kann til eina og hvørja tíð strika farspor á tíni teldu, sí vegleiðing á Webshop Cookies og Privatlivspolitik.
Log-statistikkur
Hesin statistikkur verður bert nýttur til at betra um heimasíðuna hjá veltuni, so hon støðugt gerst meira brúkaravinarlig. Tað ber tær altíð til at strika farspor.
Brúkaraverja
Les meira um tína verju sum brúkari, tá tú keypir umvegis QuickPay galdshátt. https://quickpay.net/dk/terms-of-service
Kærumøguleikar
Tá kært verður, skulu teldupostur okkara, veltan@veltan.fo og heimasíðan, tú hevur keypt á, uppgevast. Ein kæra um eina vøru ella tænastuveiting kann latast til Center for Klageløsning, Nævnenes Hus, Toldboden 2, 8800 Viborg. Fyri ES-borgarar uttan fyri ES skal kæran sendast til kæruportalin hjá ES-nevndini, sum er ec.europa.eu
Oyðublað til iðran