Forbílegg grønmetisspírar

Forbílegg grønmetisspírar
– og tryggja tær at tú fært alt tað tú hevur brúk fyri

Nú byrjar at spíra úti í garðinum, og ætlar tú tær at seta grønmeti niður, so skalt tú skjótt byrja at forspíra. Vit forspíra eina rúgvu, og selja gleðiliga burturav okkara spírum – tí tað eru ikki øll sum eru so heppin sum vit, og hava atgongd til eitt stórt vakstrarhús. Tað eru nógv sum keypa grønmetisspírar frá okkum, og onkuntíð verður uppi. Tí verður í ár møguligt at forbíleggja – soleiðis at tú kanst tryggja tær at tú fært tær nøgdirnar tú ynskir.

  • Í ár forspíra vit millum annað:
  • Brokkoli
  • Spískál
  • Grønkál
  • Blomkál
  • Reyðkál
  • Hvítkál
  • Kohlrabi
  • Kinaradisa
  • Blaðsellarí
  • Ymisk sløg av salat (t.d. Lollo Bionda og Krull-salat)

Tit ið forbíleggja grønmetisspírarnar, tryggja tykkum tað nøgdina tit ynskja. Grønmetisspírarnir kunnu forbíleggjast á heimasíðuni www.veltan.fo fram til 1. apríl.
Grønmetisspírarnir eru klárir at heinta í næstu vikuni í juni. Vit senda eisini út við posta, til øll øki í landinum.

Við øllum grønmetisspírum er ein stutt vegleiðing, sum greiðir frá hvussu spírarnir skulu handfarast, nær teir skulu setast niður, hvussu teir skulu setast niður og nær tað kann væntast at tað er klárt at taka upp. Eisini er ein mynd av hvussu plantan sær út, tá ið hon er fullvaksin. Og sjálvandi er eisini ein uppskrift – sum tú kanst gleða teg at sleppa at royna, tá ið grønmetið er komið upp undan.

Um at forspíra: At forspíra er at seta fræ niður í mold í vakstrarhúsið (ella úti) og lata hana vaksa til eina lítla plantu. Tað er síðani lítlu plantuna tú setur niður í tín urtagarð, har hon kann vaksa seg stóra og sterka. At seta niður smáplantur, heldur enn at sáa fræ beinleiðis í moldina, ger tað lættari at eydnast við grønmetinum – sumt grønmeti má forspírast, skal tað eydnast í Føroyum.