Aðalfundur
Aðalfundur hjá Veltuni verður mikukvøldið 30. august kl. 19:00 í Ísansgarði á Sandi, Heimasandsvegur 117.
Skrá sambært viðtøkunum.
Uppskot til broyting av § 2, 3, 5 og 11 í viðtøkunum frá at fevna um Sandoynna til at fevna um allar Føroyar. Og at strika § 12, tí felagið á seinasta aðalfundi broytti talið á nevndarlimum frá 3 til 5.
Nýggir limir kunnu tekna seg.
Áðrenn aðalfundin verður kunning um virksemið og rundvísing í vakstrartunnlunum hjá Veltuni. Hetta byrjar kl. 18. Bæði nýggir og gamlir limir eru vælkomnir. Suppa verður at fáa áðrenn aðalfundurin byrjar.
Møtið fjølment!