Íblástrarkvøld: At velta sjálvi

Íblástrarkvøld: At velta sjálvi

Íblástrarkvøldið er flutt til 16. februar av tí at Teistin hevur avlýst alla sigling, 9. februar.

Hóskvøldið 16. februar fara umboð fyri Veltuna at hava eitt íblástrarkvøld um velting. Tiltakið verður í Gamla skúla í Sørvági kl. 19.

Hanna á Reynatúgvu, Gunnar Bjarnason og Katrin Petersen fara m.a. at greiða frá um:
– At velta saman – samstarv millum limir í Veltuni, m.a. felags vakstrarhús
– Eplavelting – hvussu fæst tað at eydnast?
– Grønmetisvelting – nøkur sløg, ið hava fingist at rigga
– Landsfelagið Veltan

Tiltakið er ókeypis. Kaffi og køka verða at fáa, og øll eru vælkomin.
Fyriskiparar eru Sørvágs Kommuna og Visit Vágar.