Goyma epli - Veltan

Goyma epli

Hvussu goyma vit nú eplini sum best? Gunnar Bjarnason, sum veit sera nógv um epli, sigur soleiðis:

  • Stutt sagt: eplini skulu helst verða turkað, skjótt aftaná at tey eru tikin upp – t.d 10 – 15 hitastig í myrkum rúmi til tey eru turr, og skaðar á flusið eru vorðnir heilir aftur.
  • Er einki myrkt rúm, legg so gamlar hesjansekkir oman á tey ella okkurt tilsvarandi – endiliga ikki plastikk ella annað, sum er tætt.

Síðani er at fáa eplini í goymsluna:

  • eplini SKULU fáa luft í goymsluni, men ikki trekk
  • hitin skal helst vera 4 – 5 hitastig, endiliga ikki kaldari. Epli tola IKKI frost!
  • tað skal vera myrkt, har tey liggja

At goyma tey í einum trækassa, eini pappeskju ella onkrum líknandi er í lagi, um bara fyritreytirnar nevndar frammanfyri eru í lagi.

Væl ber eisini til at goyma tey í einum holi í sandjørð, har sandurin er eitt sindur grovur. Ikki ber til at goyma undir vanligari jørð/mold, tí hon er ov tøtt.

MINST TIL: far varliga við eplum, summi siga “fari við eplum sum við eggum”.

Tá eplini fara at næla, er umráðandi at bróta nálirnar av teimum, sum ikki skulu nýtast til set.