Tøð – áðrenn várið kemur!
Katrin Petersen
Áðrenn tú fer í holt við at velja fræ og vindeygakarm at forspíra í, er eitt annað val, sum tú helst skal gera nú, áðrenn várið kemur. Tú skal geva jørðini “at eta”, so hon kann geva plantunum at eta. Tað eru tøð, vit tosa um. Hvørji tøð ætlar tú at brúka til grønmetið í ár? Kanska – náttúrlig tøð? Tað er eitt gott hugskot at breiða tøðini á veltuna væl áðrenn tú setir niður ella sáðar. So eru tey ikki so sterk, tá smáplanturnar verða settar í tey seinni. Ungar planturøtur tola ikki so sterk tøð. Tó ber til at seta t.d. epli niður beint í tøð.
Nógv okkara kunnu fáa fatur á seyðatøðum, rossa¬tøðum ella høsnatøðum.
Men áðrenn vit taða, er best at fáa svar upp á tveir spurningar: Hvørji tøð og hvussu nógv? Tað er nevniliga ymiskt, alt eftir hvat grønmeti tú veltir. Í hesi greinini eru nokkso nógv tøl í talvum – men seinasta talvan gevur eina hóming av, hvussu nógv tøð av ymsum sløgum skulu nýtast til nøkur av vanligastu grønmetissløgunum.
Føðsluevni í ymsum tøðum
Á heimasíðuni havenyt.dk eru nakrar rættiliga praktiskar útrokningar, sum siga, hvussu nógv tøð ein skal nýta til hvørji sløg av grønmeti, og sum vísa munin millum tey ymsu tøðsløgini. Eg fari at loyva mær at endurgeva tey mest uppløgdu tølini her.
Tey týdningarmestu føðsluevnini til veltingarbrúk eru køvievni (nitrogen), fosfor og kalium. Tað eru eisini tey evnini, ein fær, tá ein keypir handilstøð, NPK – N (nitrogen), P (phosphor) og K (kalium), umframt onnur sum ofta ikki nokk er av í jørðini. Í náttúrligum tøðum eru sjálvandi nógv onnur evni eisini, ikki minst lívrunnið tilfar, sum fær bakteriur og smákykt at trívast í jørðini, sum er sera gott. Men tá vit meta um taðingarmegina í ymsum sløgum av tøðum, rokna vit oftast bara við N, P og K-nøgdini. Hesi evni hava sera nógv at siga fyri, hvussu væl og skjótt plantur veksa.
- Talva: Innihald av føðsluevnum (%) í ymsum tøðum (skal takast við stórum fyrivarni, alt eftir hvat er blandað uppí tøðini): (kelda: www.havenyt.dk)
Køvievni (N) | Fosfor (P) | Kalium (K) | |
Neytamykja | 0,5-0,6 | 0,1-0,3 | 0,3-0,5 |
Rossatøð | 0,6-0,7 | 0,3-0,6 | 0,4-0,6 |
Seyðatøð | 0,8 | 0,5 | 0,5 |
Flogfenaður | 1,5 | 1,2-1,5 | 0,5-0,7 |
Og her er ein talva afturat, sum bara vísir tað sera týðandi køvievnið (N) í kilo pr. tons av tøðevni. Aftan á hana kemur ein grønmetistalva – og so fara vit at rokna!
- Talva: Køvievni (N) í tøðum, kg/tons: (kelda:www.havenyt.dk)
Sankutøð úr urtagarði | 5 |
Sankutøð úr húsarhaldi | 12-17 |
Seyðatøð, fast evni | 7,9 |
Rossatøð, fast evni | 6,9 |
Neytamykja, fast evni/fast + flótandi | 5,1/5,8 |
Flogfenaður (tøl frá sláturvirki) | 26,9 |
Tá vit nýta náttúrlig tøð, verða ikki øll føðsluevnini frígivin ísenn. Tey fara so við og við út í jørðina. Her hevur tað nakað at siga, hvat er blandað uppí tøðini. Um t.d. nógv strá er í, kann tað merkja, at køvievnið kemur nógv seinni út til planturnar, kanska ikki fyrr enn árið eftir. Tá ber til at taða eitt sindur meira enn tilrátt í talvunum.
- Talva: Tørvurin á køvievni (N) hjá ymsum grønmeti (skal takast við fyrivarni): g/10 fermetrar: (kelda:www.havenyt.dk)
Sandjørð | Leirjørð | |
Spískkál | 265 | 240 |
Blómkál | 255 | 230 |
Reyðrót | 180 | 155 |
Grønkál | 165 | 140 |
Salat | 165 | 140 |
Epli | 146 | 142 |
Gularót | 125 | 100 |
Ertrar | 0 | 0 |
Um umstøðurnar eru tær røttur, savna ertrar sjálvar saman køvievni, og nýtast tí slett onki køvievni at fáa. Tvørturímóti – har tú hevur ertrar standandi, er ofta eyka køvievni til aðrar plantur at gagnnýta.
Men fyritreytin fyri hesum er, at jørðin ikki er súr, pH virðið skal helst vera um 6,5. Í Føroyum er nógv jørð við nógvum lívrunnum tilfari í, mold, sum ofta hevur eitt pH virði sum liggur millum 5,1 – 6,0.
Fyri at bøta um hetta, ber til at breiða kálk á, um 1 kg/m². Er talan um knústar skeljar, breið so 2 kg/m². Best er at breiða áðrenn saksað verður. Men tað setur gongd á niðurbrótingina av lívrunna tilfarinum í jørðini, og økir um CO2-útlátið – tað sama hendir, um slík jørð verður turkað.
Epli tola væl at verða sett í vanliga mold, pH 5 – 6 uttan at jørðin verður kálkað. Er nógv kálk í jørðini, eplini verða sett í, er vandi fyri, at eplini verða skurvut, men tey eru eins góð fyri tað.
Vert er eisini at hava í huganum at verða epli sett niður í neytatøð, er skjótt at tey gerast bleyt, tí heldur nógv av klori er tá í teimum.
Soleiðis rokna vit!
So – um vit hava eitt stykki, sum vit ætla at velta epli í, er roknistykkið hetta:
Í talvu 3 sæst, at epli í sandjørð kunnu fáa 146 gramm av N fyri hvørjar 10 fermetrar. Í seyðatøðum eru 7,9 kg av N/tons. Vit dividera 146 við 7,9 og fáa 18,5. Sostatt kann eitt eplastykki, sum er 10 fermetrar, taka 18,5 kg av seyðatøðum.
Gera vit sama roknistykki við blómkáli og høsnatøðum, sær tað soleiðis út: 255/26,9 = 9,5 kg av høsnatøðum á eitt 10 fermetra stórt stykki, har tú ætlar tær at hava blómkál.
Og ber tú sankutøð úr húsarhaldinum í veltuna, har salatið og grønkálið skal vaksa, er hóskandi at koyra 13 kilo av sankutøðum á veltuna, sum er 10 fermetrar.
Hesi tøl eru sjálvandi ikki neyv, men ein leyslig meting. Tað er tó hent at vita, at munur er á sløgum, bæði á styrkini í tøðum og á tørvinum í grønmeti, og at kunna gera sínar egnu nøkulunda brúkiligu útrokningar.
Her er ein talva við fleiri útrokningum.
- Talva: Nøgd av tøðum til ymisk grønmetissløg. Kilo av tøðum/10 fermetrar (útrokningarnar skulu takast við fyrivarni og eru leysligar): (egnar útrokningar, kelda: www.havenyt.dk)
Kál | Reyðrót | Salat/grønkál | Epli | Gularót | |
Sankutøð úr urtagarði | 50 | 36 | 33 | 29 | 25 |
Sankutøð frá húsarhaldi | 19 | 12 | 11 | 10 | 8 |
Seyðatøð | 31 | 22 | 20 | 18 | 15 |
Rossatøð | 35 | 25 | 23 | 21 | 17 |
Høsnatøð | 10 | 7 | 6 | 5 | 5 |