Mold – hvat er tað í grundini?
Veltu-bloggari hesaferð: Tjóðhild Patursson
Vit hava biðið nøkur veltuáhugað um at skriva til okkara blogg. Bloggarnir hava sjálvandi persónliga stílin hjá tí, ið skrivar, og umboða fyrst og fremst áhugamál og meiningar hjá tí skrivandi. Vit halda, at væl er valt – og vænta, at fleiri tykkara eru samd. Bloggari hesa ferð er Tjóðhild Patursson, sum var fyrsti stjórin á Grøna Háskúlanum – ella Mat- og Moldmentanarháskúlanum, sum vit kallaðu hann tá. (Og ja, ætlanin er at háskúlin kemur afturíaftur, bíða nú J ) Tjóðhild hevur gjørt eina røð, sum hon nevnir “moldskúlin”, og her kemur fyrsti partur. Góðan lesi- og lærihug!
Katrin
MOLDSKÚLIN
– 1. partur: HVAT ER MOLD?
Vælkomin á Moldskúlan*!
Komandi tíðina fari eg at skriva nakrar greinar um mold. Lesa tit allar greinarnar, ja, so kann mann nærum siga at tit ganga á Moldskúla; eg vóni, at henda greinarøðin fer at geva tykkum eina nýggja og breiða fatan av hvat mold er, og hvussu vit kunnu arbeiða við henni (heldur enn ímóti henni).
Vit fara bæði at arbeiða filosofiskt við mold, hvat hon er og ikki er … og so fara vit sjálvandi eisini at læra ymisk praktisk amboð til at kanna tína mold og sjálvandi(!) at bøta um hana!
Fyrst eitt lítið sindur um meg sjálva. Eg eri upprunaliga útbúgvin hagfrøðingur. Tað hevur slettis einki við mold at gera, og tað er eisini júst tí, at eg ikki longur arbeiði við hagfrøðini. Mold hevur mín stóra áhuga, og sjálv havi eg eisini gingið á moldskúla. Moldskúlin eg havi gingið á eitur Soil Food Web School og er undir leiðslu av granskaranum Dr. Elain Ingham. Tað er millum annað vitan haðani eg nú beri víðari til tykkara. Okkara moldskúli við nýhugsandi navninum ‘Moldskúlin’ er undir leiðslu av mær, við góðum stuðli frá øllum mínum lærumeistarum.
Eg vóni at tú fært nógv burturúr,
Tjóðhild.
- Jú, jú, eg veit, eg havi mestsum stolið navnið hjá Mat- & Moldmentanarháskúlanum á Sandi, men tá ið navnið ikki verður brúkt longur, og eg var við til at finna uppá tað, so loyvi eg mær hervið at taka tað upp aftur. Skúlanum til æru.
Hvat er mold?
Vit hava í fleiri áratíggju hugsað um mold sum tilfar, tómt, deytt tilfar, sum vit kunnu seta plantur niður í. Vatna. Og taða við kunsttøðum. Og síðani fáa ymiskt at veksa í.
MEN, tað var ein tíð áðrenn hesa tíðina. Og tað verður ein tíð eftir. Tá mold ikki er deytt tilfar, men ein livandi vera – ella rættari eitt kolossalt, risastórt, gigantiskt ríki, har óteljandi verur liva. Tað liva fleiri verur í moldini enn omanfyri. Í eini lítlari skeið av mold eru millum 50 milliardir og 1 trillión lívverur. Hugsa um tað eina løtu …
‘Men hvør er tað, sum býr niðri í moldini?’ spyrt tú kanska. Jú, tað skal eg sjálvandi greiða tær nærri frá – eina aðru ferð. Fyri fyrst fara vit bara at staðfesta, at í moldini er ein rúgva av lívi. Tað eru bakteriur, soppar og allar møguligar aðrar smá- og stórverur (størsta veran í heiminum er faktisk ein soppur, sum er størri enn 1.665 fótbóltsvøllir. Tað verður eisini mett at hesin soppurin er elsta núlivandi vera – eitt stað millum 2.500 og 8.500 ár).
Men mold er sjálvandi ikki bara lív, tað er eisini steinevni/mineralir og lívrunnið tilfar.
So vit kunnu kanska skriva tað soleiðis:
MOLD = steinevni + lívrunnið tilfar + lív
Steinevnini eru smásteinarnir, grúsið og alt hitt, vit síggja í moldini. Ofta deila vit hesi steinevni upp í tríggjar ymiskar bólkar eftir stødd:
- Sandur: 0.05 – 2 mm
- Silt: 0.002 – 0.05 mm
- Leir: minni enn 0.002 mm
Sandur er altso størstu bitlarnir, síðani silt og at enda leir. Um tú hevur nógvan sand í tíni mold, so rennur vatn skjótt ígjøgnum. Hevur tú harafturímóti nógv leir, so er truplari hjá vatninum at sleppa ígjøgnum. Hvussu steinevnini í tíni mold síggja út, er altso avgerandi fyri eginleikarnar, og ávirkar hvat ið er lætt at fáa at vaksa. Tað ber til at gera eina skjóta, bíliga og heimagjørda kanning av hvussu nógvur sandur/silt/leir er í tíni mold – og hetta fara vit eisini at venda aftur til.
Lívrunna tilfarið eru deyðar plantur, bananskal, ein deyð grein, ein deyður snigil o.s.fr.
Lívið í moldini etur hetta lívrunna tilfarið, og ger tað um til føðslu til planturnar!
Um lívið í moldini fær tað, tí tørvar: vatn, luft og føðslu, so gevur tað plantunum omanfyri alt tað tær hava brúk fyri: vatn, luft, føðslu, verju ímóti sjúku og enntá telefonsamband (tað verður eisini meira um hetta í einum seinni parti)!
Hetta merkir, at er lívið í tíni mold væl fyri, ja, so er tað heilt óneyðugt at taða planturnar! Tær gerast sterkari og klára betur at standa ímóti sjúku, og ja, tær standa seg enntá betri ímóti turki (og vatnflóð … aka regnið í Føroyum).
Tí trýrt tú ikki, eg síggi tað á tær! Men so kanst tú gleða teg til næsta part, tá ið vit fara at læra meira um lívið í moldini, og um hví tað út frá hesi nýggju vitanini um mold er eitt ógvuliga vánaligt hugskot at brúka kunsttøð og at grava í moldini.
Takk fyri hesaferð.
Vit síggjast vónandi til næsta part!
P.s. Eingin møtiskylda/lesiskylda er, men eg vóni at gera Moldskúlan so áhugaverdan, at tú ikki klárar at lata vera við at lesa annan part tá ið hann kemur.
Vanligir spurningar til 1. part:
- Men hvat um mín mold er tað bera leir? Kann eg so einki fáa at vaksa?
Jú, jú, jú! Stúr ikki! Summi blanda eitt sindur av sandi uppí, men hetta er í grundini óneyðugt; tí tað fantastiska lívið í moldini kann ordna hetta fyri teg. Summar verur í moldini duga nemliga at framleiða klistur, sum klistrar smáu leirbitlarnar saman til størri eindir, sum líkjast silt og/ella sandi! Hetta merkir, at alt, tú skalt gera, er at syrgja fyri at smáverurnar í tíni mold trívast. Hvussu tú gert hetta, tað venda vit aftur til í einum øðrum parti.
- Kann eg ikki bara koyra eitt sindur av kunsttøðum á?
Tú kanst alt tað tú vil, og sum lógin loyvir. MEN, eisini ‘bara eitt sindur av kunsttøðum’ drepur partar av lívinum í moldini, so tað tú gert, er í grundini bara at gera moldina veikari. Og tað er vælsaktans ikki tað tú ynskir, ha?
P.s. Mær dámar væl at spæla strangi lærarin inn ímillum, men í veruleikanum eri eg slettis ikki so strong!
- Vakra og klóka lærarinna, um eg ikki kann brúka kunsttøð, hvat skal eg so brúka?
Sum tit eru ótolin! Tað er ein orsøk til at vit byrja við grundini, og fyrst greiða frá, hvat mold er. Hvat tit kunnu gera fyri at betra hana, ja, tað venda vit aftur til. Men nú tú spyrt so pent, so kann eg geva tær eitt lítið preið: Smáverurnar elska lívrunnið tilfar! Hoyr meira um hetta í øðrum parti.