Hevur tú sett hvítleykin niður?
Hvítleykur vil hava góða tíð! Hann vil ikki setast niður um várið, sum so nógv annað grønmeti (er hann yvirhøvur grønmeti? Er hann ikki kryddplanta?), hann vil hava veturin við eisini.
Um tú slær upp á heimasíðum og í bókum, nær tú skal seta hvítleyk niður, so fær tú ofta at vita, at tað skal vera í november og desember. Tað hevur Jónhild í Uttastovu eisini gjørt, men hon hevur eisini roynt seinast í januar, við góðum úrsliti. So kanska er heldur ikki februar ov seint!
- Setir tú niður í november, kann tú taka teir upp í mai. Setir tú niður í januar, kann tú taka teir upp síðst í juli, sigur Jónhild.
Jónhild setir hvítleykin úti. Hon hevur 8 sentimetrar millum leykirnar og 30 sentimetrar millum rekkjurnar. Leykurin skal bara akkurát undir moldina. Hóskandi tøð eru mykjutøð og seyðatøð. Jónhild taðar, áðrenn hon setir niður. Og vit síggja eisini viðmælt hjá øðrum veltukønum at breiða tøð á ella grava kompost niður á staðnum, áðrenn tú setir leykirnar niður.
Tú tekur hvønn hvítleyk sundur, beint áðrenn tú skal brúka hann. Tú deilir hann í pungar, og setir teir niður einsæris, við átta sentimetrum ímillum. Spíski endin skal peika upp. Sting pungin niðurí, so hann akkurát ikki kemur undan.
Tað kann vera skilagott at leggja dúk ella annað útyvir fyrstu tíðina, so fuglur ikki fer avstað við tí, tú júst hevur sett niður. Jónhild letur dúk vera á til plantan er einar 10 sentimetrar høg. Tá tekur hon dúkin av og taðar aftur. Til hesa ferðina brúkar hon ofta høsnatøð.
Hvítleykur vil helst ikki hava ov nógv ókrút at kappast við. Í Uttastovu reinsa tey rundan um hvítleykin tríggjar ferðir gjøgnum vakstrartíðina.
Verður sera turt, má hvítleykurin hava vatn.
Tá plantan byrjar at síggja følnað og avfallin út, er leykurin klárur at taka upp. Hann kann brúkast beinaveg, og tað, tú ikki etur beinaveg, skal hongjast upp at turka. Lat hann ikki liggja, tí tá er vandi fyri, at hann modnar.
Føroyskur hvítleykur fær sum ymsar aðrar urtir rættiliga sterkan smakk. Helst tí føroyska veðurlagið krevur at plantan herðist meira enn í mildari veðri. Tann, tú etur beint sum hann er upptikin, hevur sterkasta smakkin. Tað ber annars væl til at eta bløð og slokk eisini, men et bara ikki alt, so veksur leykurin undir ikki.
Tú kann keypa leykir at seta fleiri staðni. Urtagarðssølur hava viðhvørt leyk at seta, og annars kann hann bíleggjast frá eitt nú seed.com, solsikken.dk, hvidløg & vin og øðrum plantusølum, ið senda.