Veltan er eitt felag hjá framleiðarum av grønmeti og matvørum í Føroyum.
Et føroyskt
Vit í Veltuni halda, at í Føroyum eigur at bera til at eta føroyskt grønmeti! Antin tað, ein sjálvur veltur, ella tað, ein keypir frá føroyskum veltarum.
Vit velta salat, kál, gularøtur, glaskál, purrur, røtur, epli, ertrar – sumt í størri nøgdum, annað sum royndir. Vit leggja okkum eftir allatíðina at skapa variatión og vitan um hesa ymsu grøðina.
Um okkum
Veltan er í veruleikanum eitt felag hjá fólki við áhuga fyri grønmeti og velting. Summir limir framleiða til sølu, aðrir til egna nýtslu. Tey, sum vilja selja, hava møguleika at nýta merkið hjá Veltuni.
Veltan eigur tveir plasttunlar, sum vit nýta sum vakstrarhús. Í tí minna húsast limir, sum arbeiða saman og hvør sær um sína velting, og í tí størra framleiðir felagið sjálvt ella leigar hann út til grønmetisverkætlanir.
Alt felagið samstarvar um vitan, sølu og marknaðarføring.
Keyp
Umframt at hava selt okkara vørur her á síðuni online, sum tó ikki letur seg gera í løtuni, selja vit okkara vørur ymsastaðni – eru í Vágsbotni viðhvørt, selja í FK í Havn, selja úr tunlunum, vit framleiða í, umframt til matstovur og onnur.