Plantur til matna

Plantur í krossblómuættini

Krossblómuættin er stór, og telur eini 3700 sløg, sum ofta eru rættiliga trupul at greina. Tey eru mest urtir, einára,- tveyára- ella fleiráraurtir. Blóman hevur fýra krúnubløð, sum ofta eru hvít ella gul. Krúnubløðini mynda ein kross, harav heiti krossblóma.

Hjá okkum vaksa vill í náttúruni eini 13 sløg úr 10 slektum, og harumframt vaksa enn fleiri sløg í urtagørðum og veltum bæði til prýðis, til matna og eisini sum lok.

Í krossblómuættini eru  mong grønmetissløg. Tey hoyra til ymsar slektir í krossblómuættini. Eitt nú hoyrir mairót og hvíttkál til stóru slektina Brassica, sum hjá okkum hevur heiti Línbinda, eftir plantuni ekrulínbinda.

Plantur í somu ætt og serliga í somu slekt hava mong felags eyðkenni, eitt nú líkist ytri og innari bygnaður, lívsvirkið og innihald í plantuni. Men eisini tá tað kemur til dusting, dyrking, og ikki minst krøv til føðsluevni og gróðrarlendi eru felags eyðkenni.

Onnur viðurskifti, serliga sjúkur og skaðadýr (sí evt. link* til hesi) hava eisini lyndi til at halda seg til somu ætt, ella somu slekt og sama slag. Nærskildar plantur, bæði villar og dyrkaðar,  kunnu sostatt verða smittukeldur og seta serstøk krøv til grøðiskifti.

 

Fyri at forða fyri, at trupulleikar spjaða seg millum plantur, er tí neyðugt at skilja hvørji sløg, eru í ætt við hvørt annað, og tá hugsa vit bæði um matplantur, villar plantur, lokplantur og eisini prýðisplantur.

Í hesum yvirliti eru tær krossblómur nevndar, sum hava vaksið her seinastu árini.