Um okkum

Um okkum

Veltan er eitt samtak í Sandoynni fyri grønmetisveltarar. Okkara mál er at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti – bæði til húsbrúk og til sølu. Vit hava limir, sum velta til at selja, og limir, sum velta til egið brúk – og summi gera eitt sindur av hvørjum. Limirnir hava rætt til at nýta Veltu-merkið á vørum sínum. Summi selja sjálvi, og onnur selja gjøgnum felagsskapin.

Vit velta m.a. epli, gularøtur, glaskál, purrur, spísskál, salat, reyðrøtur, rabarbur og kálrabirøtur. Vit gera okkum javnt og samt royndir við nýggjum sløgum.