Radisa

Raphanus sativus var. sativus

Radisa

Um plantuna

Radisur kunnu grógva bæði skjótt og væl. Tað er tjúkki gróðrarleggurin vit eta. Tað finnast sløg sum eru rund, avlong ella stórvaksin. Tær eru hvítar innan, uttan eru summar reyðar, reyðar og hvítar, gular ella bláreyðar, og svartar. Eisini eru sløg at sáa tíðliga ella seint á sumri. Radisur næla skjótt, fræið nælir við 4° C, sáa fræið 2 cm ímillum hvørt, 1-2 cm djúpt og einar 15 cm ímillum røðini. Klárt er at heysta einar 4-5 vikur seinni. Vatna væl, annars gerðast tær ov beiskar og trænaðar. Radisur kunnu eisini sáast ímillum annað grønmeti har pláss er eina tíð. Eisini ber til at blanda radisufræ upp í t.d. gularótafræ fyri betur at síggja hvar sáraðið er, tí radisur næla skjótt. Radisur eru best nýupptiknar og goymast ikki væl.

Summi radisusløg fara upp í slokk og frukta tíðliga, onnur árið eftir, og ungu tvílokabjølgarnir kunnu etast.

Øll Raphanus sløgini kunnu eisini sáast og nýtast sum karsi, t.v.s. sáa í bakkar, og klipp ungu fræbløðini til krydd.

Vanlig sløg her eru: ‘Københavns torve’ og ymisk ‘Mix’

Trupulleikar: Lítil kálfluga/rótamaðkur, Jarðloppur.