Kálrót

Brassica napus var. napobrassica (B. napus ssp. rapifera).

Kálrót

Um plantuna

Napobrassica bólkurin

Røtur, eisini kallaðar kálrøtur, eru vældámdar í Føroyum, serliga um heysti til ræst kjøt, men eisini súltaðar og til kálrótamos. Kálgarðar eru kendir frá eldri tíðum.

Summi siga kálrabbirót, og ansast má tí eftir frækeypi, tí svenskt kálrabbifræ er knútakál.  Og á íslendskum kallast kálrøtur gulrófur.

Enskir frælistar kalla kálrót fyri Swedes, og ‘Swedish turnips’, í Skotlandi er hon kend sum ‘neeps’ og í USA kallast kálrótin rutabaga.

Tað finnast fleiri navnasløg av kálrót. Oftast er hon gul, eisini innan, og grønlig ella reydlig ovast um nakkan.

Kálrøtur eru seinvaksnar og mennast eftir 3-5 mánaðum. Vanlig sátíð er um miðjan mai. Fræið nælir við 5° C. Sádýpið 2 cm, 10-20 cm ímillum planturnar og einar 40-50 cm ímillum røðini. Tær mennast illa um tær standa ov tætt, tí má tynnast tíðliga. Tað ber eisini til at ala smáplantur fram í íløtum á vardum stað, og so planta tær út. Tær kunnu eisini heystast smáar.

Røtur tola ikki kulda meðan tær eru ungar, tí tá fara tær upp í slokk, men tær tola eitt sindur av frosti í veltuni um heystið. Kálrøtur rivna lætt tá gróðurin er upp á tað mesta. Ríkiligt av tøðum, plássi og vatni, sigst at økja um vandan fyri rivum.

Kunnu goymast út á veturin í holu ella á goymslu.

Vanlig sløg her eru: Bangholm,  ‘Wilhelmsburger’

Skaðavoldarar

fdshfkjhkjs  fdsfjakdsl

 

  • eitt
  • tvey
  • trý