Grønkál

Brassica oleracea var. acephala laciniata

Grønkál

Um plantuna

Grønkál verður lítið nýtt til matna í Føroyum, hóast henda grønmetisplanta bæði grør sera væl her, kann standa úti alt árið og er eitt av allarsunnastu grønmetissløgunum yvirhøvur.

Ikki er tað tí, at plantan er nýggj ella ókend. Longu í 1800 sigur Jørgen Landt, prestur, í bók síni ‘Færøerne’ frá royndum sínum við m.a. hesi plantu, og hetta var áðrenn bæði epli og annað grønmeti var dagligur kostur.

Í norðurlondum er grønkál millum elstu kálsløg, og hildið verður, at norðbúgvar kunnu takka grønkáli fyri, at teir fyrr í tíðini toldu veturin.

Grønkál er eitt blaðkál og hoyrir til krossblómuættina *. Í hesi ætt finnast nógv av okkara týdningarmestu grønmetissløgum, eitt nú onnur kál, røtur, radisur og piparrót. Av øllum kálsløgum

er grønkál tað mest harðbalna og minst viðkvæma.

Grønkál er tveyára * vøkstur, t.v.s. at fyrsta árið myndar plantan bløð, annað árið eisini blómur (um plantan ikki verður heystað áðrenn). Bløðini hava stelk, eru myrkagrøn og sera rukkut. Tey mynda ikki høvd, men eru stovnstødd ella sita upp eftir legginum. Blómurnar eru gular, og tað kann koma fyri, at plantur fara upp í slokk og blóma longu fyrsta árið, men bert um gróðrarumstøðurnar ikki hava verið góðar.

Plantan er harðvunnin og tolir væl vetrarkulda. Á góðum støðum er einki til hindurs fyri, at grønkál kann standa úti og nýtast allan veturin. Summi halda, at grønkál smakkar best eftir frost.

Tá várið kemur, byrjar plantan aftur at mynda nýggj bløð, og hesi eru sera broyskin og góð. Men sum frá líður, fer plantan upp í slokk og má vrakast.

Røkt

Væl ber til, sjálvi at ala plantur fram úr fræ, og tær næla skjótt. Fræið kann sáast í pottar, kassar ella í alibrík. Seinni kann sáast beint i gott fræbeð. Pláss er fyri umleið 6-10 plantum/m². Um planturnar verða plantaðar út úr pottum, eiga tær at plantast nóg djúpt og fast, hyppið tær, so at tær ikki so lætt koppa.

Grønkál eru ikki serliga kravmikil, tá tað snýr seg um ástað og taðfall. Hóast hetta, so vaksa tey nógv best, har moldin er góð, t.v.s. væl veitt, taðað og kálkað. Hvussu nógv, ið skal taðast, er ilt at siga – tað velst alt um, um fjóstøð verða nýtt, og hvussu nógv føðsluevni moldin hevur í sær. Taðið kanska nakað sum til eplir.

Nýtsla

Sum áður nevnt, er grønkál eitt avbera heilsugott grønmeti, tí grønu bløðini innihalda nógvar vitaminur og mineralir.

Tað ber til at henta bløðini so hvørt brúk er fyri teimum, bæði eldri stór bløð og yngri smá bløð eru nýtilig, men hentið kanska tey elstu og niðastu fyrst, og latið plantuna grógva víðari. Á ólagaligum støðum er kanska rættast at heysta øll bløðini, áðrenn veturin av álvara kemur, tí óstøðuga vetrarveðrið og stormarnir slíta ofta bløðini so illa, at tey liggja betri í frystiboksini.

Skulu tey frystast, er vanligt fyrst at taka grovaru stelkar og blaðæðrar burtur, síðani skálda bløðini, hakka ella mala tey og so frysta tey skjótt í hóskandi verðar.

Smakkurin á grønkáli er sterkari enn hjá øðrum kálsløgum. Grønkál smakkar væl í suppu og súpan, í stúving og eisini hakkað og tilgjørt sum spinat. Ung bløð eru eisini góð rá í salat, ella bara at tyggja sum tey eru, serliga um veturin tá lítið annað frískt grønt er.

Hví júst grønkál ikki hevur vunnið tokkað her, er ilt at siga. Kanska eru tað nýggjir tilgerðarhættir, ið tróta.

Sløg

Til eru fleiri navnasløg og frábrigdi av grønkáli. Eitt, ið kallast pyntikál ella skreytkál og er reytt og grønt, hoyrir eisini til grønkál.

Havast má í huga, at tey hægru og rúgvumiklaru grønkálssløgini taka meira vind á seg, enn tey lágvaksnu sløgini. Tí er ofta best at velja sær lágvaksin sløg. Eisini er vert at hugsa um, at ymiskt er, hvussu rukkut bløðini eru, tey mest rukkutu eru best umtókt, men tey slættaru eru lættari at skola rein.

Vit hava tíverri ongar frábrigdisroyndir at halda okkum til, tá plantusløg skulu viðmælast, men haldið tykkum til lág roynd sløg sum t.d. ’Halvhøj ekstra moskruset’, ’Lav moskruset’ ella ’Frosty’.

Skaðavoldarar

Sum fyrr nevnt, er grønkál harðvunnið og ikki viðkvæmt fyri smittu. Rótamaðkurin, ið er maðkurin hjá kálfluguni, kann stundum gera skaða á ungar plantur. Sníkar gera skaða á flestu ungar og bleytar plantur. Kálbrokk ger um seg aðrastaðni, hetta er ring soppasjúka á rótunum, og henda sjúka trívist best í súrari mold, so eisini av teirri grund er gott at kálka.