Brokkoli

Brassica oleracea var. italica

Brokkoli

Um plantuna

Brokkoli er ársplanta, 30-60 cm høg og blágrøn á liti. Á leggendanum myndast høvur av tættsettum blómuknappum sum minna um blómkálshøvd. Høvdini eru oftast blágrøn á liti, men til eru sløg, ið faa ljós ella reydlig høvd. Tað eru hesi høvd, saman við nakað av blómulegginum, sum verða heystað og etin. Hjá flestu sløgum ber til at heysta fleiri ferðirvið tað, at tá høvdið í miðjuni er tikið, grógva fleiri onnur smærri síðuhøvd fram úr blaðgripunum niðari á legginum. Hesi verða eisini heystaði so hvørt tey búnast. Grønu blómuknapparnir í høvdinum standa bert stutta tíð, áðrenn teir bólgna og spretta við sóljugulum krossblómum. Samstundis trænar blómuleggurin og smakkurin verður skarpur. Tí er neyðugt at heysta so hvørt, áðrenn knapparnir spretta og vísa gula litin. Heystaði høvd følnað skjótt, um tey ikki verða goymd í t.d. plastposa og køli, tó kunnu tey eisini spretta á goymslu í kuldaskápi. 

 

Plantan trívist rættiliga væl á nógvum støðum og tykist at koma væl fyri seg á hvørjum ári. Heystingin kann byrja í august og varar nakrar vikur. Ofta verður brokkoli sammett við blómkál, men blómkál eru oftari meira svikalig. Eisini er at siga, at meðan blómkál hava lyndi til at búnast øll í senn, so kunnu brokkoli heystast í eitt nógv longri tíðarskeið. Hetta er ein fyrimunur í kálgørðum, men eisini ein orsøkin til, at brokkoli er dýr og óvanlig søluvøra. 

Røkt

Væl ber til sjálvi at ala plantur fram. Um sátt verður inni, má tað verða á ljósum stað, og hitin helst ikki meira enn 10-16 °C. Er hitin í hægra lagi, so verða planturnar ov veikar. Sátt verður í pottar ella kassar inni í apríl og mai, ella í alibrík úti nakað seinni. Um várið fáast eisini smáplantur til keyps úr vakstrarhúsum. Smáplantur til gróðurseting eiga at verða stinnar og sterkar og ikki langar og linar. 

Um mánaðarskiftið mai-juni verða smáplanturnar gróðursettar í tøðuríka urtagarðsmold. Best er, um veðrið er lýtt og vátligt. Plantið heldur djúpt og fast. Neyðugt kann verða at hyppa planturnar seinni. Vatni planturnar væl, bæði áðrenn og aftaná planting, seinni má væta heldur ikki tróta. Pláss er fyri 6-10 plantum/m² ella einar 15-35 cm ímillum hjørja plantuna í raðnum, og um 50 cm ímillum røðini. Jú tættari planturnar standa í raðnum, jú smærri verða høvdini á leggendunum, men jú fleiri verða síðuhøvdini. 

Brokkoli er ikki serliga kravmikil, tá tað snýr seg um ástað og taðfall. Hóast hetta, so grógva tey best á kálkríkum, væl veittum og taðaðum lendi. Hvussu nógv, ið skal taðast, er ilt at siga, tað veldst um, um fjóstøð verða nýtt, og hvussu nógv føðsluevni moldin hevur í sær. Vanliga verður taðað við blandingstøðum, tá planturnar hava fest seg og eru byrjaðar at grógva, og seinni eina ferð við kálksalpeturi. Stundum gulna niðaru bløðini vegna magnesiumtrot. 

Nýtsla

Brokkoli er heilsugott grønmeti og hevur í sær nógv jarn, A og C vitamin. Smakkurn minnir um aspargus og blómkál. Í handlunum er tað dýrt og fæst sjáldan frískt. Tí er lagaligari at kunna henta tað í garðinum. Heystið høvdini við leggi so hvørt tey búnast, hetta fremur eisini vøksturin av síðuhøvdum. Bløðini eiga at fáa frið, men kunnu heystast til seinast. Brokkoli verður kókað stutt, ella bara loypt ella frískt. Tað kann annars nýtast og tilgerðast sum blómkál ella sum aspargus. Um ov nógv er til, so goymist brokkoli væl fryst. Loypið kálið, lat tað kólna og vatnrenna og leysfrystið tað á bakkum áðrenn tað verður pakkað í íløt. 

Sløg

Í útlendskum frælistum síggjast fleiri navnasløg av brokkoli. Javnan koma nýggj frábrigdi afturat. Summi eru lágvaksin, onnur hægri, eins og stødd og litir á høvdunum kann vera ymiskur. Búningartíðin kann vera styttri ella longri. Ongi royndarúrslit eru at halda seg til her., men frægast man vera at velja lágvaksin sløg, ið búnast tíðliga. Eitt vanligt slag nevnist ‘Corvet F1’ og hevur roynst væl. Onnur sløg eru ‘Gem F1’ og ‘Greenia original’.   

Skaðavoldarar

Brokkoli er harðvunnið og ikki viðkvæmt fyri smittu ella skaðadýrum enn her á landi. Tó kann rótamaðkurin gera skaða á ungar plantur. Annars eru tað mest sniglarnir, ið gera um seg, av teimum fáa einstakar plantur afturstig.